Landsrætturin staðfesti hóskvøldið ein dóm, sum Føroya Rættur feldi í narkomálinum. Ákæruvaldið hevði kært ein dóm á eitt ár og tríggjar mánaðir og vildi hava dómin herdan.
Ákærin vildi vera við, at dømast skuldi eftir revsilógini og ikki bara eftir lógini um euforiserandi evni. Revsingin hevði sostatt verið harðari. Verjin vildi hinvegin hava dómin niðursettan. Hesum tók Landsrætturin ikki undir, men staðfesti dómin.
Talan var um ein mann, ið varð dømdur fyri at hava selt átta kilo av hassji. Ákæruvaldið vildi vita, um átta kilo var nóg mikið at fáa mannin dømdan eftir revsilógini. Donsk rættarvenja sigur, at umleið tíggju kilo er markið fyri at døma eftir revsilógini, og hetta hildu dómararnir seg til.
Dómararnir søgdu tó eisini, at lógarbrot við hassji skulu revsast harðari í Føroyum enn í Danmark, og tí varð dómurin staðfestur.
Landsrætturin staðfesti eisini dómin hjá einum íslendingi, ið fekk seks mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla trý kilo av hassji til Føroyar. Maðurin skal sita tilsamans sjey mánaðir í fongsli, tí hann fekk eisini ein mánað fyri lógarbrot, sum eru framd í Keypmannahavn.
Ákæruvaldið vildi hava dómin herdan, tí maðurin fyrr er tikin fyri at smugla rúsevni úr Danmark til Noregs. Landsrætturin vísti tó hesum frá sær.