Landspolitikkurin dregur

Hvørki Helena Dam á Neystabø, Rói Egholm ella Kristina Háfoss verða millum valevnini á býráðsvalinum í november mánað

Tey gjørdust øll ov stutt á seinasta løgtingsvali, og megnaðu ikki at vinna seg inn um tinggátt. Tað hevur verið tutlað í krókunum um, at tey nú ætla sær at royna seg býráðspolitikki, men so verður kortini ikki.
Hóast øll trý óiva høvdu verið millum atkvøðuslúkararnar á kommunuvalinum, hava Helena Dam á Neystabø, Rói Egholm og Kristina Háfoss gjørt av, at tey ikki ætla sær at stilla upp til býráðsvalið.
Øll siga, at tað er landspolitikkurin, sum serliga hevur størstan áhuga, og tískil ynskja tey at halda seg aftur nú býráðsvalið stendur fyri durum.