Føroya Landsorkestur fer komandi dagar undir eina konsertferð kring landið, har tey fara at framføra fleiri ymisk verk.
Tríggjar konsertir eru á skránni hesar dagarnar. Tann fyrsta er í Christianskirkjuni í Klaksvík í kvøld, onnur í Gøtu Kirkju í morgin, hósdagin, og og triðja og síðsta í Vesturkirkjuni í Havn fríggjadagin.
Orkestrið fer at spæla blandaðan góðan tónleik. Á skránni er millum annað Prelude to a Celebration eftir Philip Sparke, Lincolnshire Posy eftir Percy Grainger, Sorrig og Glede, sum er eitt gamalt Kingo lag, Slavonic Dances eftir Antonin Dvorak og Nuclear Power eftir Otto Schwartz.
Tað er dirigenturin Bernharður Wilkinson, sum stjórnar orkestrinum.










