Landsnevndin hevur skipað seg

Nývalda nevndin fyri Landsfelag Sjálvstýrisfloksins hevði fund seinasta hósdag og skipaði seg soleiðis, at Karl A. Olsen, Vestmanna, heldur fram sum formaður, Kristianna Winther Poulsen er næstforkvinna, Rúna Sivertsen, Klaksvík, er skrivari og Dávur í Dali, Tórshavn, er kassameistari.

Hini í nevndini eru Annfinnur Garðalíð, Skála og Arnfríð Vestergaard Hentze, Sumba.

Landsnevndin skal velja umboð í Landsnevndina úr Vágum og Sandoynni. Løgtingslimirnir hava atgongd til landsfundirnar, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Floksformaðurin, sum skal vera ein av ting- ella landsstýrisfólkum floksins, hevur vetorætt í grundleggjandi politiskum málum.

Á myndini eru, f.v.: Kristianna W. Poulsen, Pól Jákup Poulsen, varalimur, Arnfríð V. Hentze, Karl A. Olsen, Rúna Sivertsen og Dávur í Dali.