Landsnevndin á fund í morgin

Kaj Leo Holm Johannesen er afturkomin av Oyggjaleikunum og fer í morgin á fund við landsnevndina í flokkinum

Kaj Leo Holm Johannesen er afturkomin av Oyggjaleikunum og fer í morgin á fund við landsnevndina í flokkinum. Hetta veit Kringvarp Føroya at siga í kvøld.

 

Ófriður hevur verið í politisku skipanini og í Sambandsflokkinum seinastu tíðina, serliga eftir at Hans Gammeltoft-Hansen legði fram kanning sína 23. juni.

 

Hans Gammeltoft-Hansen kom til ta niðurstøðu, at løgmaður hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og seinni bað løgmaður um umbering fyri hetta, áðrenn hann fór av landinum.

 

Í gjárkvøldið høvdu lokalfeløgini í Sambandsflokkinum fund um støðuna, men enn er ikki eydnast miðlunum at fáa nakað at vita, um hvat var sagt á hesum fundinum.

 

Løgmaður er í dag komin aftur til Føroya, men fer av landinum aftur longu fríggjamorgunum við Norrønu, tá hann saman við restina av Team Rynkeby byrjar leiðina til París.

 

Tó so, innan tað fer hann á fund við landsnevndina í Sambandsflokkinum, veit Kringvarp Føroya at siga. Sambært Kringvarpinum verða fleiri mál á skránni, millum annað júst farna fólkatingsval og komandi løgtingsval, men sjálvsagt eisini kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen.