Landsmyndugleikarnir taka nú aftur skúlabørn sum gíslar

Loysigjaldið er 650.000 krónur, sum kommunurnar eru kravdar eftir.

Tvøroyrar býráð hevur sum ein sjálvfylgja nokta at gjalda hetta loysigjald fyri savnsrøkt, tí byrjar tú fyrst at gjalda, so kemur sami gíslatakari og krevur uppaftur meira seinri.
Læraralønir er ein samráðingarspurningur millum Fíggjarmálastýrið og lærarafelagið. At blanda kommunurnar uppí nú, er bert ein roynd hjá landsmyndugleikunum, at sleppa sær undan ábyrgd.
At landið hevur gjørt eina vánaliga avtalu við lærarafelagið, skulu kommunurnar ikki revsast fyri.
Málið um savnsrøkt er 25 ára gamalt, og nú landsmyndugleikarnir hava fingið knívin á barkan frá lærarafelagnum, roynir landið at skúgva trupuleikan yvir á kommunurnar, tí tað er kommunurnar og ikki landið, sum koma at merkja sviðan av gíslatøkuni, so sum, eingin røkt av serstovum og amboðum, blokering av fráfarðingarroyndunum og annað.
At kommunur hokna undir hesum trýsti er væl skiljandi, men fyri tað, er tað ikki rætt at brúka borgarans pengar til loysigjald.
Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tá ið landsmyndugleikin áleggur lærarum størri byrðar, so er tað sami myndugleiki sum má gjalda.
Sambart lógini um fólkaskúlan, so hava kommunustýrini ábyrgd av, at hóskandi undirvísingarhøli eru tøk til undirvísingina og av rakstrinum av skúlanum. Raksturin av skúlanum fevnir um hiting, viðlíkahald og reingerð.
Alt annað er tengt at undirvísingini og er tí ábyrgd hjá lærarunum. Um sáttmálin millum landið og lærarafelagið frítekur lærarnar fyri at røkja fakhølini, so verður hetta ikki av sær sjálvum ein partur av rakstrinum av skúlanum.
Her er hinvegin talan um, at landsmyndugleikin ger ein sáttmála, sum tað er ógjørligt at undirvísa eftir.