Landsmet í ferðslutrupulleikum

Letur tað seg gera at prioritera vegagerðina Øravík - Hov fremri enn

ásett í løguætlanini? vil Flemmingi Mikkelsen m.a. hava at vita

Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, hevur sett Finnboga Arge, samferðslumálaráðharra fyrispurning, og vil hava at vita, um tað letur seg gera at prioritera vegagerðina Øravík - Hov fremri enn ásett í løguætlanini? Um so er, eru tá ætlanir um, at tilfarið frá eini møguligari tunnilsgerð (Øravík-Hov) verður samskipað við nevndu ætlan um samferðsluhavn á Tvøroyri? Er støða tikin til, hvar á Tvøroyri nýggja samferðsluhavnin verður løgd?

Í viðmerkingunum sigur Flemming Mikkelsen, at nú Almanna- og heilsuskúlan ætlandi skal verða í Suðri er umráðandi, at samferðsluviðurskiftini í oynni verða so góð og trygg sum gjørligt soleiðis, at næmingarnir ikki verða noyddir at búgva á skúlaøkinum, men kunnu búðleikast hvar í oynni, tað skal verða.


Yvir 100 mió. kr.

Flemming Mikkelsen vísur á, at í løguætlanini, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður, saman við landsstýrinum hevur lagt til rættis, stendur m.a., at vegakervið Øravík - Hov, sum hevur landsmet í ferðslutrupulleikum, fær eina løgujáttan upp á 100,8 mió. kr., sum verður endalig ár 2008, t.v.s. um 8 ár. Viðvíkjandi nýggjari samferðsluhavn á Tvøroyri er gjørd ein íløgujáttan upp á 75 mió. kr., sum eisini verður endalig ár 2008.

- Tá tað er greitt, at fráboðaði skúlin á Tvøroyri økir munandi um ferðsluna í oynni, og avgerð Tvøroyrar býráðs viðvíkjandi Drelnesi sum oljuhavn kann gerast veruleiki í nærmastu framtíð, metir undirritaði, at ætlaðu samferðsluútbyggingarnar í Suðuroynni hava skund, sigur Flemming Mikkelsen m.a. í viðmerkingunum.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh