Landsmenn okkara í Danmark

Tað eru ikki so fáir av okkara landsmonnum, sum búgva í Danmark, annaðhvørt tí tey vilja búgva har, ella tí tey vinna sær kunnleika á ymsum skúlum.

 

Tí er tað ikki so løgið, at tað til tíðir, verður neyðugt, hjá einum fólkatingsumboði, at leggja seg út í innahýsismál í Danmark, eitt nú tá ið tað ræður um hægri læristovnar, sjúkrahús og onnur viðurskiftir sum ávirka føroyingar sum annaðhvørt eru- ella ætla sær til Danmarkar.

Tað verður altíð so at føroyingar fara at flyta niður til Danmarkar í longri ella styttri tíðarskeið.