Landsmenn! Hoyrið orð Harrans

Røða, sum Svenning av Lofti helt uttanfyri Ebenezer Ólavsøkukvøld 2008.

Góðu landsmenn, kvinnur og menn!

Eins og eg havi gjørt tað hesi seinastu meiri enn 40 árini, er tað mær enn einaferð ein gleði at standa her á trappuni uttafyri Ebenezer og fram boðskapin um Jesus, frelsara mín, til tykkara, sum her standa og lýða á í kvøld.

Eg fari at seta fram fyri tykkum tvær sera inniligar og álvarsamar áheitanir, sum profeturin Jeremias í forðum bar fólki sínum, Ísrael, tá hann í tveimum ymsum umførum bar fram hesi orð til samtíð sína:

Fyri tað fyrsta:

“Á, ættarlið! Gev orði Harrans gætur!” 1) Jer. 2,31

Og fyri tað annað:

“Land, land, land! Hoyr orð Harrans!” 2) Jer. 22,29


Liðin eru umleið 1000 ár síðani vit føroyingar fóru at halda Ólavsøku til minni um Noregskongin Ólav hin heilaga, sum bar kristindómin til Noregs land og haðani til Føroya ígjøgnum Sigmund Brestison.

Tað var gott, at kristindómurin gjørdi sítt landnám í Føroyum, hóast mær illa hóvar tann hátt hann varð borðreiddur føroyingum tá.

Tá hóvar mær betri tann hátt, sum skotin William Sloan nýtti, tá ið hann steig á land á Eystaruvág í Havn í 1865, og tá hann ferðaðist kring hetta land og legði hondina á høvur barnanna og segði: “TRO PÅ JESUS”.

Tað er hendan kærleiksboðskap um Jesus, sum vit boða í dag. Boðskapin um hann, sum doyði fyri syndir mínar og tínar á krossinum, tí vit eru øll syndarar og tørva ein frelsara.

Og hann er einasti frelsari okkara. Eingin annar er deyður fyri tína og mína synd. Eingin annar kann bjarga tær uttan hann, fyrst og fremst hvat ævinleikanum viðvíkur og eisini hvat trupulleikum lívsins viðvíkur.


* * *

Í september mánaði 1976 varð í “Dagblaðnum” prentað grein eftir Árna Olsen,

yvirlækna á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Greinin nevndist:

“Sinnisbrek og neervalagssjúkur av alkoholmisnýtslu”.

Í samband við royndir og møguleikar hjá einum, ið er niðurundirkomin av alkoholi stendur at lesa:

“Umvending og hjálp frá gudiligari samkomu ella tí at fara upp í fráhaldsfelagskap við sínámillum stuðli, tykist eingin viðgerð at kunna standa seg ímóti.”



Hendan útsøgnin frá Árna Olsen, stuðlar undir og staðfestir tann veruleika, ið fer fram mestsum dagliga í landi okkara:

At mennisku, ið hesin heimur og hin ónda maktin eru farin illa við, eru endurreist og rivin sum brandar út úr eldinum og bjargað til eitt verdugt lív, sum fedrar og samfelagsborgarar.

Hetta kann gerast tín uppliving. Royn tí Jesus.


* * *

Í 1948 – tvs. fyri 6o árum síðani í ár – fóru fram tríggjar hendingar, ið eg skal nevna her í dag:

Hin fyrsta hevði týdning fyri heimin allan,

hin næsta hevði týdning fyri Føroya land,

hin triðja hevði persónligan týdning fyri eina føroyska húsmóðir.


Fyrsta hendingin var:

At í 1948 varð státurin Ísrael settur á stovn

Og góðkendur av felagsskapi sameindu tjóða.


Næsta hendingin var

At í 1948, heimastýrislógin sett í gildi í Føroyum.


Triðja hendingin var:

At ein bygdagenta, ið var komin til Havnar júst ólavsøkukvøld fyri seksti árum síðani.


Sum bygdagentan hetta ólavsøkukvøld spákar sær niðan mannatrongu Niels Finsensgøtu, kemur hon fram við ein útifund við Ebenezer. Í somu løtu stígur ein brosandi kvinna fram at syngja.

Bygdagentan steðgar á – gripin av røddini hjá Sunnevu Háberg, gripin av lagnum og boðskapinum í hesum sanginum hjá Peturi Háberg – hesi magnfullu samansjóðing av guddómligum listargávum, andligum innblástri og syngjandi kalli – stendur hendan bygdargentan sum negld á eyrløgdu Niels Finsensgøtu.

Tað var sangurin um bløðandi hendur Frelsarans, sum vóru negldar á krossin fyri hennara at taka burtur syndir hennara, gripu sál og sinni hennara.

Hon fór beina kós heim. Heimkomin legði hon seg á knæ og takkaði Jesusi fyri, at hann var særdur og doyði fyri syndir hennara.

Boðskapurin um Jesus ikki einans frelsti hennara sál, men broytti alt hennara lív, nú hon seinni í ár fer um gáttina á teim áttati árunum.

Stóð hon her í dag hevði hon gleðiliga staðfest tað,

ið eg sigi, tí tað hevur hon mangan gjørt áður.


* * *


Eg vil fegin endurtaka orð Jeremiasar profets, sum eg nevndi íáðni.Loyvið mær at umskriva orð Jeremiasar eitt lítið sindur.Hevði hann staðið her í dag, hevði hann óivað sagt:

“Kæru bý- og bygdaráðslimir, kæru løgtings- og landsstýrisfólk.

Góðu fedrar og møður í landi okkara: Á, føroyingar! Gev orði Harrans gætur!”

Á føroyaland, føroyaland, føroyaland! Hoyr orð Harrans!”

Tað, sum hevur borið land okkara fram á vegin, er virðingin fyri orði Guds,

trúgvin á hann og trúgvin Jesus Kristus. Harrin signi og styrki tykkum øll, sum trúgva á Jesus sum frelsara tykkara.

Farið heimaftur til tykkara heim starv og bygdarlag við endurnýggjaðum móti í at bera fram heimsins besta boðskap, boðskapin um Jesus Kristus til tykkara umhvørvi

Gud signi tykkum øll!

Gud signi Føroyar!

Svenning av Lofti

Bíbliuorð, ið nýtt eru í tekstinum: