Hanus Jacobsen úr Víkingi er fyri fyrstu ferð við A-landsliðnum til ein skrásettan landsdyst. Skaðar til Ára M. Jónsson(Silkeborg) og Alex Mellemgaard(B36), umframt at Viljormur Davidsen(Vejle) hevr verið ivasamur, hevur gjørt at Lars Olsen hevur úttikið 29 ára gamla Hanus Jacobsen sum gardering á vinstrabakkinum.
Til ber at hoyra samrøðuna við Hanus Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Hetta er stórt. Eg havi havt dreymin síðani eg var smádrongur. Eg havi ongantíð sleppt dreyminum, men sum árini gjørdust fleiri so mikaði vónin, sigur Hanus Jacobsen, sum tó hevur verið við til nakrar venjingar og venjingardystir.
- Eg var við til nakrar venjingar í 2005. Eg hevði eitt gott tíðarskeið og slapp upp í part, men bleiv ov stuttur til at sleppa við til dystir, sigur vinstri bakkurin hjá Víkingi, sum eisini hevur spælt fleiri dystir á miðvøllinum.
Les eisini: Atli dugur bara at siga "tzatziki"
Hanus Jacobsen hevur í ár verið partur av víkingaverjuni, sum hevur skrivað søgu, tá teir komu heilt til triðja umfar í Evropa League. So Hanus er til reiðar at traðka til á landsliðnum eisini.
- Eg hevði tað ikki í tonkunum, men tú ert altíð til reiðar at taka av einum slíkum møguleika. Eg havi eftirhondini uppbygt mær nakrar royndir við at spæla í Evropa móti størri liðnum. Hetta er so ein uppaftur størri uppgáva, Í slíkum dystum er tað umráðandi at standa rætt og kunna seg enn meiri enn vanligt. Tað føli eg at eg kann, sigur Hanus Jacobsen, sum ikki ræðist tankan um at skula í føroysku landsliðstroyggjuna í annaðkvøld.
- Eg eri klárur. Eg havi fyrireikað meg mentalt upp á at byrja inni. Tú veist ongantíð um ein spælari blívur skaddur ella tað verður heitt á teg. So mást tú vera til reiðar, sigur Hanus, sum ikki klárar at siga fleiri orð á grikskum enn Atli Gregersen.
- Eg havi ikki havt líka góða tíð at lesa upp á sum Atli, sigur Hanus at enda.
Føroyska landsliðið spælir móti Grikkalandi í Athen í annaðkvøld klokkan 19.45.