Landsliðsvenjarin er varin optimist

Føroyska kvinnulandsliðið ætlar sær á stigatalvuna ímóti Bosnia og Norðurírlandi

Seinastu dagarnar hevur A-landsliðið hjá kvinnum vant fram ímóti tveimum HM-undankappingardystum á heimavølli.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 taka føroysku kvinnurnar ímóti Bosnia, og hóskvøldið 10. apríl taka tær ímóti Norðurírlandi. Tann dysturin byrjar eisini klokkan 19.

 

Seinnapartin fekk Rás2 orðið á landsliðsvenjaran, Jón Paula Olsen, sum er ein varin optimist, og vónar, at føroysku kvinnurnar fáa síni fyrstu stig nú. Hann vónar eisini, at fólk møta upp at stuðla teimum føroysku kvinnunum.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna við Jón Paula Olsen.

 

(Mynd: fsf.fo)