Landsliðsvenjari og umboð fyri EB vitja Hondbóltspanelið á FM1

Gestir hjá Ásbirni N. Nattestad vera Sonni Larsen og Hans Andreas Dahl

Fyrrapartin í morgin millum klokkan 10 og 11 reikar Ásbjørn N. Nattestad aftur fyri sendingini: Hondbóltspanelið á FM1. 

 

Gestir hjá Ásbirni vera landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, Sonni Larsen og Hans Andreas Dahl frá EB.

 

Kvinnulandsliðið spælir komandi vikuskiftið tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi. Dystirnir eru liðir í fyrireikingunum til HM-undanundankappingardystirnar móti Kosovo, ið vera leiktir í Kosovo 3. og 5. november.

 

Fyrri dysturin móti Íslandi verður leiktur í høllini á Skála, leygardagin klokkan 18. Seinni dysturin verður leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík, sunnudagin klokkan 16.

 

EB er eitt hondbóltsfelag í góðari menning, og verður spennandi at frætta um gongdina hjá EB.

 

Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar til nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo