Landsliðsúttøkur mánadagin

Mánadagin 11. mars klokkan 10:00 verður kunngjørt, hvussu A-landsliðshópurin hjá monnum og U21-hópurin fara at síggja út til uppgávurnar seinni í mánaðinum, skrivar Fótbóltssambandið

Mánadagin 11. mars fer Håkan Ericson at úttaka ársins fyrsta landsliðshóp - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin 11. mars klokkan 10:00 verður kunngjørt, hvussu A-landsliðshópurin hjá monnum og U21-hópurin fara at síggja út til uppgávurnar seinni í mánaðinum, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í hesum mánaðinum. U17 dreingirnir fara til Gibraltar, har UEFA menningarkapping er á skránni frá 14. til 19. mars, meðan U17 genturnar skulu spæla EM-undankapping, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars.

 

Harafturat skulu A-landsliðið við monnum og U21-landsliðið eisini í eldin. Fyri U21 er talan um EM-undankappingardyst móti Portugal, sum verður á útivølli hósdagin 21. mars.

 

Og meðan undankappingardystur er á skránni hjá U21, skal manslandsliðið spæla tveir venjingardystir. Fríggjadagin 22. mars møtast Føroyar og Liktinstein á Marbella Football Center í Spania, og fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

 

Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 11. mars klokkan 10:00. Fyrst verður tað Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, ið fer at kunngera hópin til dystin móti Portugal, og síðani fer Håkan Ericson, venjari hjá A-landsliðnnum, at kunngera hópin til venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark.

 

Mánadagin 11. mars fer Håkan Ericson at úttaka ársins fyrsta landsliðshóp - Mynd: Hans Erik Danielsen