Mánadagin 31. oktober klokkan 10:00 fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum at úttaka hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo, boðar Fótbóltssambandið frá.
Leygardagin 19. november verður seinasta punktum sett fyri landsliðsárinum hjá Håkani Ericson og hansara monnum. Føroyska A-landsliðið skal nevniliga spæla tveir venjingardystir í november mánað, sum báðir verða á útivølli.
Tann fyrri verður í Kekkia mikudagin 16. november klokkan 17:00, føroyska tíð, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november hittast Kosovo og Føroyar í Pristina.
Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson at kunngera teir 24 spælarar, ið fara at fáa A-landsliðsboð hesaferð.
FM1 sendir beinleiðis frá fundinum.