Á tíðindafundi á Tórsvølli í dag hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, úttikið hópin, sum skal spæla móti Danmark 12. november, og Ísrael 15. november. Báðir dystirnir eru á útivølli. Gilli Rólantsson og Heini Vatnsdal eru ikki við vegna skaðar.
Til landsliðsúttøkuna eru fýra spælarar úr KÍ, sum júst hevur lyft FM-steypið. Teir eru Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Ongin Heini Vatnsdal er í hópinum hesaferð. Hann fekk ein snudd í dystinum móti Víkingi leygardagin.
Liðið við felst spælarum á landsliðnum er HB. Teir hava seks spælarar. Millum teirra er Heðin Hansen, sum ikki bleiv klárur til seinasta landsliðsumfar. Hinir eru Teitur M. Gestsson, Daniel Johansen, René Shaki Joensen og Bartal Wardum.
Brandur Hendriksson hevur leikbann til dystin móti Danmark í Parkini. Hesa ferð er einki pláss til ein jokara í álopinum. Hvørki Andreas Lava Olsen ella John Frederiksen eru við. Álopið telur spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen. Eisini er líkt til, at Ári Mohr Jónsson nú verður roknaður sum miðvallir, eftir góða avrikið seinast, tá hann spældi á vinstra miðvøllinum.
- Vit hava nakar skaðar, sum ger at vit taka 23 av 24 spælarum út nú, og bíða so við tí seinasta spælarum, tí vit bíða eftir hvussu støðan er hjá onkrum av spælarunum.
Føroyar spælar í Parkini 12. november og í Ísrael 15. november.
Málverjar:
Gunnar Nielsen FH Hafnarfjørður (ICE) 07.10.1986 63 0
Teitur Matras Gestsson HB Tórshavn 19.08.1992 18 0
Mattias H. Lamhauge B36 Tórshavn 02.08.1999 0 0
Verjuspælarar:
Odmar Færø KÍ Klaksvík 01.11.1989 42 1
Viljormur Davidsen Vejle BK (DEN) 19.07.1991 52 2
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (IRL) 05.08.1994 37 3
Hørður Askham HB Tórshavn 22.09.1994 4 0
Jóannes Kalsø Danielsen KÍ Klaksvík 10.09.1997 9 0
Daniel Johansen HB Tórshavn 09.07.1998 2 0
Rene Shaki Joensen HB Tórshavn 08.02.1993 29 3
Bartal Wardum HB Tórshavn 03.05.1997 2 0
Heðin Hansen HB Tórshavn 30.07.1993 5 0
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Helsingborg IF (SWE) 19.12.1995 49 6
Sølvi Vatnhamar Víkingur 05.05.1986 53 1
Gunnar Vatnhamar Víkingur 29.03.1995 17 2
Tróndur Jensen NSÍ Runavík 06.02.1993 4 0
Hallur Hansson Vejle BK (DEN) 08.07.1992 63 4
Jákup B. Andreasen KÍ Klaksvík 31.05.1998 6 0
Ári Mohr Jónsson Sandnes ULF (NOR) 22.07.1994 11 1
Jóannes Bjartalíð KÍ Klaksvík 10.07.1996 16 0
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson Waasland-Beveren (BEL) 26.07.1991 70 6
Klæmint Andrasson Olsen NSÍ Runavík 17.07.1990 42 8
Petur Knudsen Lyngby BK (DEN) 21.04.1998 5 0