EM 2016 undankappingin byrjar 7. september, tá Føroyar taka móti Finnlandi á Tórsvølli. Í tí sambandi verður landsliðsúttøka sunnudagin klokkan 19. Hon verður beinleiðis í sendingini “3. Hálvleikur”, sum verður á Rás2 sunnudagin eftir 21. umfar í landskappingini.
Landsliðsúttøkan beinleiðis á Rás2 sunnudagin klokkan 19
Hetta er fyrsti dysturin í hesi EM undankappingini og Fótbóltssambandið hevur eisini boðað frá, at nýggja húsið verið tikið í brúk. Millum annað eru stólar komnir á nøkur av áskoðara plássunum, sum eru frammanfyri byggningin.
3. Hálvleikur beinleiðis á Rás2 sunnudagin
Tveir aðrir dystir verða eisini bólki F. Grikkaland tekur móti Rumenia, meðan Ungarn fær vitjan av Norðurírlandi.
EM 2016:
Bólkur F
Føroyar
Rumenia
Ungarn
Norðurírland
Finnland
Grikkaland










