Landsliðsspælari til B36

Føroyskur landsliðsspælari skiftir helst til FM vinnararnar úr B36

Jónas Tór Næs, høgri bakkur á landsliðnum, skiftir eftir øllum at døma til B36 frá EB/Streymi. Sum skilst, so verður sáttmálin hjá honum við EB/Streym, sum eisini var galdandi fyri 2015, ógyldaður.

 

Jónas Tór Næs, sum í fjør kom aftur til føroyskan fótbólt, eftir nøkur á í útlegd í millum Íslandi og Danmark, skal hjálpa B36 at varðveita FM steypið frá í fjør. Hann spældi í fjør við EB/Streymi, men fíggjarligir trupulleikar hava gjørt, at fleiri spælarar hava valt at fara aðrar leiðir. Millum annað er Arnbjørn Hansen endaður í HB, meðan Hans Pauli Samuelsen hevur skift til B36.

 

Í ár hevur føroyski landsliðsbakkurin ikki vant við EB/Streymi. Sum skilst, so hava partarnir havt óavkláraði viðurskifti. Nú skuldi so verið greitt, at Jónas Tór Næs skiftir til B36.