Hann hevur ikki verið á vøllinum seinasta stóra mánaðin, og ivi hevur verið um, um hann fór at verða klárur undan landsdystunum í næstu viku.
Í kvøld er hann á vøllinum, og harvið eru sannlíkindini stór fyri, at hann verður førur fyri at spæla á landsliðnum mikukvøldið.
Talan er um Sølva Vatnhamar. Klokkan 19 er fyrsta bríksl í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur hevur vitjan av Víkingi, og í kvøld er Sølvi Vatnhamar millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi.
Hjá EB/Streymi er tað smeitur, at liðformaðurin Andras Ó. Olsen, sum er álit í miðverjuni, ikki er tøkur í kvøld. Hann noyddist av vøllinum í Runavík orsakað av vøddaskaða, og hann er ikki komin fyri seg aftur. Mikkjal Hellisá er nýggjur maður undir liðini á Árna G. Olsen í miðverjuni.
EB/Streymur – Víkingur kl. 19
Dómari: Alex Troleis
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Heðin Klakstein, Mikkjal Hellisá, Árni G. Olsen, Ári Arge – Elias Moustage, Bárður Olsen – Símun Sólheim, Ronni Møller-Iversen, Gutti Dahl- Olsen – Niklas T. Kruse
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Arnbjørn Svensson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen











