Landsliðsspælarar skifta feløgini út

Øssur Hansen spælir restina av kappingini í GÍ, meðan tað er sannlíkt, at Allan Mørkøre skiftir til HB

Føroyskir fótbóltsspælarar skifta feløg sum ongantíð áður.

Og hóast nógvir spælarar hava skift felag seinastu tíðina, er ikki liðugt enn.

Í vikuni gjørdist tað greitt, at Øssur Hansen fer frá B68 til GÍ, har hann ætlar sær at spæla restina av kappingini.

Og nú Allan Mørkøre skal á skúla í Havn eftir summarsteðgin er sannlíkt, at hann skiftir til HB.

Tað er langt síðani greitt, at kenslan av at hoyra til ikki longur er so sterk millum føroysk fótbóltsfólk

Gongdin seinnu árini prógvar, at tað ber til at brynja seg góðum spælarum frá øðrum feløgum.

Serliga Havnafeløgini eru væl mannað við spælarum frá øðrum feløgum, tí tað er ein natúrlig gongd, at fólk flytur til høvuðsstaðin fyri at arbeiða ella ganga á skúla.

Men eisini í Eysturoynni verður dúgliga skift millum feløgini, meðan útjaðaraøkini, sum Suðuroy og Klaksvík ikki í sama mun hava møguleika fyri at lokka spælarar.

Og tó, undantøkini eru altíð, og í fjør spældi Jan Dam í KÍ og t.d. runavíkingurin Elian Hansen í VB.


Avgerðin er tikin

Øssur Hansen er liðugur við B68 fyri í ár, og hann hevur váttað, at hann verður í GÍ restina av kappingini.

Sunnudagin skal B68 til Gøtu at spæla móti GÍ, og tá verður Øssur Hansen ikki við.

Seinasta sunnudag varð hann tikin av vøllinum í seinna hálvleiki, eftir enn eina ósemju við venjaran hjá sær, og tá var tað liðugt.

Avgerðin um at flyta til Gøtu er tikin, og toftamenn, sum hava tað trupult í botninum í 1. deild, mugu vera sín einasta landsliðsspælarar fyri uttan restina av árinum.

Øssur Hansen hevur mist spæligleðina hjá sær, og tað hevur ført við sær, at hann ikki hevur verið í røttu venjingarstøðuni.

Í landsdystinum móti Malta á Svangaskarði vísti Øssur hvør frálíkur spælari hann er, men tað var eyðsýnt, at orkan gekk undan í seinna hálvleiki.

Hetta er ikki nakað, sum hevur verið eyðkenni hjá Øssuri í landsliðshøpi, og tað er fyri at fáa gongd á aftur, at Øssur nú velur at flyta til GÍ.


Nógvar avbjóðingar

Í GÍ eru avbjóðingarnar heilt øðrvísi enn tær eru á Toftum.

GÍ er so at siga komið í steypafinaluna, teir eru við í Europa-Cup, og teir liggja væl fyri á stigatalvuni í landskappingini.

Hjá B68 hevur gingið illa í ár, teir eru í botninum, men tó nakað frammanfyri bæði FS Vágar og B71.

Í fjør hevði B68 eisini eitt vánaligt kappingarár, tá hugsað verður hvat toftamenn annars hava staðið fyri seinastu árini, og lagt var upp til, at felagið skuldi fáa uppreisn í ár.

Teir hava brynjað seg jugoslaviskum venjara og tveimum spælarum, men tað hevur milt sagt ikki gingið soleiðis, sum teir á Toftum høvdu vónað.


Allan til HB

Sannlíkt er, at KÍ noyðist at spæla seinnu hálvu av kappingini uttan Allan Mørkøre.

Allan skal á skúla í Havn eftir summarsteðgin, og tað er mest sum komið uppá pláss, at hann skiftir til HB í steðginum.

Hvat KÍ so kann gera fyri at forða hesum er ein annar spurningur, og enn hongur eisini í leysari luft hvussu eftirspælið av hendingini í Gøtu sunnudagin verður.

Kappingarnevndin hjá FSF skal taka avgerð um, um Allan skal hava fleiri enn eina dagin í leikbann, eftir at dómarin Oddmar Andreasen hevur givið frágreiðing um, at áfast var millum hann og Allan undir dystinum.

Skiftini hjá Allani og Øssuri eru ivaleyst bert toppurin av ísfjallinum í tí, sum kann gerast einn spennandi summar á fleiri økjum.