1. juni verður forsetaval í Íslandi. Sitandi forsetin, Guðni T. Jóhannesson hevur boðað frá, at hann tekur ikki eitt nýtt tørn aftaná átta ár sum forseti Íslands.
Íslendskir miðlar bera upp á mál, at landsliðsveteranurin, 38 ára gamli málverjin og leikandi venjarin hjá Allani Norðberg og hinum í Vali, Björgvin Páll Gústavsson kann gerast eitt av valevnunum.
Björgvin Páll Gústavsson er millum fremstu landsliðsleikararnar í søgu Íslands. Hann hevur leikt heilar 258 landsdystir.
Björgvin Páll Gústavsson hevur fyrr úttalað, at hann í framtíðini kundi hugsað sær at blivið forseti Íslands, og sambært Morgunblaðnum útihýsir hann ikki, at hann verður millum forsetavalevnini 1. juni.
Björgvin Páll Gústavsson slær tó fast, at júst í hesum døgum hugsavnar hann seg um EM-endaspælið, ið er fyri framman.
Ísland er í innleiðandi bólki C saman við Ungarn, Montenegro og Serbia. Dystirnir vera spældir í München millum 12. og 16. januar.