Landsliðsmálverjarnir vardu væl undan EM-undankappingardystunum

Rakul Wardum stóð fyri einum góðum avriki í málinum hjá Ringkøbing, og Annika Fríðheim Petersen hevði eisini eitt gott avrik í málinum hjá Follo í dag

Føroysku landsliðsmálverjarnir, Rakul Wardum og Annika Fríðheim Petersen avrikaðu væl fyri síni lið í dag undan EM-undankappingardystunum móti Svøríki á útivølli komandi hósdag klokkan 17.30, og móti Íslandi í høllini á Hálsi í Havn komandi sunnudag klokkan 15.

 

Rakul og liðfelagarnir í Ringkøbing spældu javnleik 33-33 móti Horsens á heimavølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Horsens á odda 18-14.

 

Heilt móti dystarenda var tað sera týðandi, at Rakul við støðuna 33-32 bjargaði einum skoti hjá Kristin Thorleifsdóttir. Lítla løtu seinni lá bólturin í málinum hjá Horsens, og so hevði RIngkøbing bjargað sær eitt stig.

 

Rakul hevði í dag eitt bjargingarprosent í málinum, ið var 32 prosent.

 

Ringkøbing er næstaftast í deildini við fýra stigum.

 

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo taptu í dag á heimavølli 25-28 fyri Fredrikstad í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Fredrikstad á odda 15-14.

 

Bjargingarprosentið hjá Anniku í dag var 33 prosent.

 

Follo er aftast í deildini við tveimum stigum. 

 

Tað verður hart brúk fyri góðum avrikum hjá Rakul og Anniku í komandi viku, kanska serliga í heimadystinum móti Íslandi.