Landsliðsleikari missir HM

Ein enskur landsliðsáleypari bleiv leygardagin so mikið illa skaddur, at hann missir HM kappingina í Brasil í summar.

Southampton leikarin Jay Rodriguez fekk leygardagin ein so mikið álvarsligan skaða, at enski landsliðsáleyparin væntast at vera úti í minsta lagi 6 mánaðir.

 

Tað var í dystinum á Etihad Stadium leygardagin at Jay Rodriguez fekk ein skaða í knæðið.

 

Jay Rodriguez hevur í dag verið til kanningar á sjúkrahúsið í Onglandi, har hann hevur fingið staðfest at hann hevur fingið ein so mikið álvarsaman skaða í knæðið, at hann má skurðviðgerast. Tískil má áleyparin hava ein steðg frá fótbólti í minsta lagi 6 mánaðir. 

 

Tað var annars væntandi, at 24 ára gamli Jay Rodriguez skuldi fáa ein leiklut á enska landsliðnum til HM í Brasil í summar.