Jóan Símun Edmundsson var tvífaldur málskjútti, tá ið lið hansara, Vejle BK, á heimavølli vann 3-1 móti Skive í dag. Jóan Símun skoraði til 2-0 og til 3-1. Øll málini komu fyri steðgin.
Vendsyssel hevur tríggjar føroyingar í hópinum, nevnliga Hall Hansson, Rene Shaki Joensen og Meinhard Olsen. Hallur Hansson er toppskjútti hjá liðnum í løtuni, men í dag, tá ið Vendsyssel var á vitjan hjá Helsingør, var tað Rene Shaki Joensen, sum var stóri leikarin hjá Vendsyssel. Helsingør var á odda 1-0, men so javnaði Shaki til 1-1 stutt fyri steðgin. Helsingør legði seg tó aftur á odda í seinasta minuttinum fyri steðgin.Henda støða helt sær til eini 20 minuttir vóru eftir at spæla, tá ið Rene Shaki Joensen aftur var á rætta staðnum og syrgdi fyri einum 2-2 javnleiki til Vendsyssel.