Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Har skal millum annað ársins áleypari veljast. Teir tríggir, sum hava fingið flestar atkvøður har, hava allir gjørt seg galdandi á U21 og ein vissan mun eisini á A-landsliðnum. Teir eru:
Finnur Justinussen, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ
Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu. Hvør av teimum trimum hevur fingið flestar atkvøður, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.