Landsliðskortini útseld

FSF setti í morgun 400 landsliðskort til sølu. Landsliðskortið er eitt atgongumerki til allar heimadystirnar hjá landsliðnum í komandi HM undankapping.

 

- Vit settu slík kort til sølu í trimum ymiskum bólkum, men longu nú eru einans eini tríati kort eftir, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF. Hann greiðir frá, at 10 prosent av setrunum í hvørjum bólki eru eyðmerkt landsliðskortunum.

 

Áhugin fyri landsliðnum hevur verið sera stórur seinastu tíðina, kanska serliga eftir minniliga sigurin móti Grikkalandi í Athen í novembur í fjør. Heimadystirnir móti Grikkalandi, Norður-Írlandi og Ungarn í ár vóru allir útseldir eftir stuttari tíð.

 

Í lutakastinum til komandi HM-undankapping gjørdust Føroyar í bólki saman við Portugal, sum neyvan minkaði um áhugan fyri heimadystinum, og allarhelst eru fleiri, ið hava nýtt hetta høvi at tryggja sær eitt atgongumerki til dystin, tá Cristiano Ronaldo vónandi verður at síggja á Tórsvølli.

 

- Fyribils fáa fólk einans bilettirnar sendar umvegis teldupost, men sum frá líður er ætlanin at gera eitt kort, sum fólk kunnu taka við sær til dyst, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.