Landsliðsinnrás í Vestmanna

Tað verða innanhýsis landsdystir í hondbólti í Vestmanna í kvøld

Mynd: (HSF.fo)

Seinastu vikuna hava landsliðini á manssíðuni vant saman í fullari ferð, og í kvøld verða venjingardystir í Vestmanna. Klokkan 16.00 spæla menninir innanhýsis dyst, og klokkan 17.30 spæla U19-menn móti U21-monnum.

 

Landsliðini eru í fullum fyrireikingum til komandi uppgávur. A-landsliðið hjá monnum hevur EM-undandystir móti ávikavist Rumenia í mars og Ukraina og Eysturríki í apríl. U21-landsliðið fyrireikar seg til HM, sum verður í Grikkalandi og Týsklandi í juni og juli.

 

Lutakastið til U21-HM verður týsdagin 17. januar. U19-landsliðið hevur eisini vant saman og fyrireika hesir seg til HM, sum verður í Kroatia í august.

 

Á skrá hava verið venjingar, bæði í hallum og styrkirúmi. Í kvøld verða venjingardystir í Vestmanna. Klokkan 16.00 spæla menninir innanhýsis dyst og klokkan 17.30 spæla U19-menn móti U21-monnum.

 

Mynd: (HSF.fo)