Allan Mørkøre og Giza Hoyvík hava í dag gjørt sáttmála um, at hann skal vera høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum. Allan Mørkøre skal samskipa alla barna- og ungdómsvenjing, umframt at hann skal vera við til at leggja eina menningarætlan fyri komandi ættaliðini í felagnum.
Hetta er ein partur av langtíðarætlanini hjá felagnum, um at menna seg innan barna- og ungdómsfótbólt.
- Felagið hevur sett sær sum mál at luttaka í øllum barna- og ungdómsdeildum innan fá ár, og ein fortreyt fyri hesum er at hava dugnaligar venjarar. Og í Allan hava vit ein dugnaligan og royndan venjara, skrivar felagið.
Allan Mørkøre hevur verið knýttur at felagnum fyrr. Í 2011 var hann leikandi hjálparvenjari hjá FC Hoyvík.
Allan Mørkøre er 43 ára gamal, hevur A-venjaraprógv frá FSF, og hevur verið venjari bæði í vaksnamanna- og ungdómsfótbólti, seinast hjá U16 og U18 hjá AB. Hann leikti í síni tíð 54 landsdystir og spældi 280 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini, umframt at hann eisini hevur roynt seg í Íslandi.