Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 15 leygardagin

(FM1) Landskrona-afturhvarv, beinleiðis upptakt, dystarfrásøgn og Triði Hálvleikur verður á FM1 í morgin

Í morgin verður landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 15 til klokkan er farin av 22 um kvøldið.

 

Fyrstu tríggir tímarnir vera í størstan mun merktir av Landskrona-afturhvarvi. Vit fara í stóran mun at hoyra tað sum Landskrona-hetjurnar fortaldu um minniliga dystin móti Eysturríki 12. september í 1990. Tróndur Arge setti Landskrona-hetjunum stevnu í Perluni í Tórsgøtu 12. september í fjør. 

 

Frá klokkan 18 verður beinleiðis upptakt av Tórsvølli og frá Dansifrøi har Skansin hitar upp. Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge vera reportarar.

 

Frá klokkan 19.30 vera tað Tróndur Arge, frásøgumaður og Teitur Joensen, viðmerkjari sum siga beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Eysturríki. Aftaná dystin fara Tróndur og Teitur at hava eina gjøgnumførda samanumtøku av dystinum.

 

Tá klokkan fer at nærkast 22 kemur Petur Asbjørn Lervig ígjøgnum frá Mixed Zone-økinum, og hann fer at gera samrøður við landsliðsspælarar og venjara.

 

Lurtarar kunnu sms´a inn til nummar 559999 og siga hvat tey vænta úrslitið verður millum Føroyar og Eysturríki, og hvørjar vónir tey hava.

 

ØLL KUNNU HOYRA FM1 á www.fm1.fo