Fótbóltssambandið hevur kallað inn til tíðindafund mánadagin klokkan 10. Á skránni er landsliðsúttøkan hjá A-landsliðnum hjá monnum, sum seinni í mánaðinum skulu til Gibraltar og Spania at spæla tveir venjingardystir.
Dystirnir verða móti Gibraltar og Liktinstein. Fyrri dysturin verður 26. mars móti Gibraltar og tann seinni verður móti Liktinstein 29. mars. Føroyar hava spælt móti báðum fyri í venjingarlandsliðsørindum.
Tað eru fleiri ivamál til hópin hesaferð. Tað er líkt til, at nakrir av profilunum ikki verða við. Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt í eina tíð, meðan Brandur Hendriksson møguliga hevur fingið ein álvarsligan knæskaða.
Avloysarin hjá Brandi hevur mangan verið Tróndur Jensen, men eisini hann hevur helst fingið ein líka álvarsligan knæskaða. Sonni Ragnar Nattestad hevur í løtuni einki felag, meðan Ári M. Jónsson ikki hevur spælt síðani landdystirnar í heyst.
Klæmint A. Olsen hevur eisini sitið uttanfyri hjá NSÍ í uppstartinum. Hann er eitt mál frá at blíva søguligur toppskjútti hjá føroyska landsliðnum. Mánadagin fáa vit so at vita hvørjir verða við á venjingarleguni.
FM1 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni.