Sunnudagin var evsta mark at náa úttøkukrøvini í frælsum ítrótti til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, og í gjárkvøldið var landsliðið í frælsum ítrótti úttikið.
Heimasíðan Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at nevndin og úttøkuleiðarin, Niels Jákup Jakobsen, hava sett navn á íðkararnar, sum skulu við til oyggjaleikirnar á Jersey í summar.
- Nógv hevur verið lagt fyri seinastu tíðina til at røkka einum oyl-plássi, og í onkrum førum er tað eisini eydnast. Í øðrum førum hevur verið sera nær við, skrivar Hallur Holm, formaður í Frælsur Ítróttur Føroyar.
Endaligi hópurin sær soleiðis út:
Hanus Bergsson, Hvirlan – spjótkast
Hallur Simonsen, Hvirlan – klingrukast
Tórur Mortensen, Hvirlan – longdarlop og trístøkk
Rúni Seloy, Bragdið – miðteinar
Rebekka Fuglø, Treysti – miðteinar
Valborg Heinesen, Bragdið – langteinar
Bjørk Herup Olsen, Bragdið – langteinar
Marna Egholm, Bragdið – langteinar
Rúni Seloy, Rebekka Fuglø og Valborg Heinesen luttóku eisini á oyggjaleikunum á Bermuda fyri tveimum árum síðani. Bjørk Herup Olsen hevur eisini fyrr umboðað Føroyar, meðan Hallur Bergsson, Hanus Simonsen, Tórur Mortensen og Marna Egholm eru við fyri fyrstu ferð.
- Fleiri onnur komu tætt at krøvunum, og hjá onkrum restaði heilt lítið í at knógva kravúrslitið. Hesi kunnu tó ugga seg við, at aðrar landsliðsuppgávur eisini standa fyri framman í summar, og nøkur av teimum, ið blivu ov stutt til oyggjaleikirnar, hava kortini longu nú klárað kravúrslit til elitubólkin, sum fer til Íslands sum gestaluttakarar til Íslandsmeistaraskapið og til talentbólkin, sum fer til VU-Spelen, skrivar heimasíðan fif.fo.
Ferðalagið fer úr Føroyum 25. juni. Leikirnir verða settir leygardagin 27. juni, og morgunin eftir byrja leikirnir við kappingini í hálvum maraton, har Føroyar í løtuni síggja út til at hava eitt sera sterkt lið. Ferðalagið kemur heim 4. juli.









