Landsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir í manshondólti hava nú gjørt av, hvørjir spælarar skulu manna bruttohópin

Venjararnir hjá føroyska A-landsliðinum hava úttikið ein bruttohóp, sum skal venja fram ímóti IHF Emerging Nations Cup, sum verður í juni mánaði.

 

H71 og føroyska útisetafelagið, ÍF Føroyar, eru feløgini, sum eru nógv best umboðað í hópinum. Tey bæði feløgini hava ikki minni enn sjey spælarar hvør í bruttohópinum.

 

Hesir leikarar eru úttiknir til venjingarnar:
Mikkjal Hansen og Rói Berg Hansen úr Neistanum
Frank Askildsen, Høgni K. Olsen og Eirikur Simonsen úr Kyndli
Tony Weyhe og Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF
Tóraldur Kollsker, Ári Dam, Rúni Højgaard, Hallur Biskupstøð, Tróndur Arge, Bogi Gaard Davidsen og Sigmundur Dahl úr H71
Andreas Eriksen, Áki Egilsnes og Julian Olsen úr VÍF
Allan Norðberg og Kjartan Johansen úr StÍF
Bartal T. Kamban, Tróndur Kragesteen, Rókur Akralíð, Rósing Rasmussen, Jóannes Prestá, Kristoffur Kristoffersen, Tummas Pauli Hanusarson úr ÍF Føroyum
Bjarti M. Hansen úr Holte IF