Landsliðið: Tríggjar nýggjar í hópinum

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar skal á venjingarlegu í Spania, skrivar Fótbóltssambandið

Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar fer á venjingarlegu í Marbella í Spania - Mynd: Bjarni Enghamar

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar skal á venjingarlegu í Spania, skrivar Fótbóltssambandið. Um smáar tvær vikur setir føroyska A-landsliðið við kvinnum kós ímóti Marbella í Spania, har hópurin fer á venjingarlegu frá 13. til 22. februar.

 

Umframt venjingar, vera eisini tveir landsdystir á skránni. Hósdagin 17. februar spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 20. februar spæla Føroyar og Norðurírland á Marbella Football Center.

 

Lene Bjerning Terp er venjari hjá kvinnulandsliðnum, og saman við nýggja hjálparvenjaranum, Svenn Olsen, hevur hon nú kunngjørt nøvnini á teimum 22, ið eru úttiknar til venjingarleguna.

 

Og av teimum, eru tríggjar, ið ongantíð fyrr hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Lenu Olsen og Mirjam Huneck úr NSÍ, og Rúnu Jacobsen úr HB.

 

Hópurin:

 

Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Maria Biskopstø, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Sanna Svarvadal, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn Højgaard, KÍ

 

Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noreg)

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Ásla Johannesen, AGF (Danmark)

 

Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

 

Monika Biskopstø, AaB (Danmark)

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Lena Olsen, NSÍ

 

Mirjam Huneck, NSÍ

 

Olga Kristina Hansen, B36

 

Valborg Østerø, B36

 

Kára Djurhuus, EBS/Skála

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

 

Julia Helena Dal Henriksen, HB

 

Sarita Maria Mittfoss, HB

 

Rúna Jacobsen, HB

 

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í hesum árinum. Fríggjadagin 8. apríl á útivølli móti Ungarn, og síðan eru tveir heimadystir á skránni í september. Fríggjadagin 2. september spæla Føroyar og Ukraina á Tórsvølli, og týsdagin 6. september kemur Skotland á vitjan.

 

Harafturat skulu kvinnurnar eftir ætlan til Norðurmakedónia í juni mánað, har liðið skal spæla tveir venjingardystir, og í oktober skal kvinnulandsliðið til Baltic Cup í Estlandi.

 

Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar fer á venjingarlegu í Marbella í Spania - Mynd: Bjarni Enghamar