Landsliðið má spæla venjingardystir heima

(Ljóðbrot) Panelið heldur ikki, at tað er nøktandi, at fótbóltslandsliðið ikki spælir venjingardystir á heimavølli

Seinasta evnið Ólavur Larsen og Tróndur Arge viðgjørdu í fótbóltspanelinum varð trupuleikin við, at føroyska A-landsliðið ikki hevur spælt ein venjingardyst á heimavølli í 10 ár.

 

Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF tók eisini lut í hesum partinum av sendingini.

 

Tróndur og Ólavur haldi ikki, at tað er nøktandi, at landsliðið ikki hevur havt ein venjingardyst á heimavølli í 10 ár. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, har tað eisini ber til at hoyra hvat Virgar Hvidbro hevur at siga um hetta.