Føroyska fótbóltslandsliðið, sum hóskvøldið skal spæla landsdyst ímóti Ungarn, lendi í kvøld í Budapest.
Flogtúrurin tók á leið tríggjar tímar, og gekk væl allan vegin.
Í føroyska hópinum hava ivamál verið um Atla Gregersen og Pól Jóhannus Justinussen, sum hava drigist við smáskaðar. Teir vóru tó báðir við í ferðalagnum, sum fór avstað í dag.
Spæla fyri tómum leikvølli
Umframt allar leikararnar vóru eisini føroyskir áskoðarar við í flogfarinum. Tað merkisverda við dystinum hóskvøldið er annars, at dysturin verður spældur fyri tómum leikvølli. Ungverska fótbóltssambandið varð fyri kortum revsað fyri at áskoðarar í seinasta landsdystinum ímóti Rumenia, høvdu sýnt rasistiskan atburð.
Tað er ikki heilt greitt enn, um allir teir føroysku áskoðararnir sleppa inn á leikvøllin hóskvøldið.
Tríggjar broytingar skulu fremjast
Greitt er, at broytingar vera framdar á føroyska liðnum í mun til undanfarna dyst móti Finnlandi. Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen sita allir uttanfyri við leikbanni, og tí skal ein heilt nýggjur miðvøllur mannast. Hvussu hann kemur at vera mannaður, koma vit nokk at vera klókari uppá í morgin, tá føroyska landsliðið hevur sína fyrstu venjing á túrinum.