Sum støðan er í løtuni, so skal føroyska A-landsliðið í fótbólti spæla venjingardyst móti Albania um tríggjar vikur. Føroyska landsliðið er boðið at spæla dystin, og fótbóltssambandið hevur í sinni at taka av.
- Vit hava fingið eitt tilboð um at spæla venjingardyst í Albania. Nú arbeiða vit við at finna útav um tað ber til, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í fótbóltssambandinum.
Dysturin verður væntandi 17. november í Albania. Tí kemur landsliðsvenjarin helst at senda boð eftir føroysku spælarunum, at koma til venjing, hóast tað er steðgur í føroyskum fótbólti í løtuni.
Tó so, so eru útisetarnir í gongd, meðan U21 landsliðið venur fram móti landsdystinum móti Russlandi, sum verður 12. november. Hetta merkir at spælarar sum Brandur H. Olsen og Sonni Ragnar Nattestad kunnu spæla báðar dystirnir.









