Landsliðið hjá Kasakstan hevur valt at koma landið dagin fyri landsdystin í annaðkvøld. Hetta ger, at landsliðið ikki hevur so nógva tíð at gera gott við, um eitt hvørt skuldi hent. Sum skilst, so eru teir seinkaðir áleið fimm tímar.
Teir eru nú lendir og eru á veg. Sostatt er landsliðið hjá Kasakstan komið til landið bara 24 tímar undan dystarbyrjan.
Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan verður í annaðkvøld klokkan 18 á Tórsvølli. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 15.










