Føroyska landsliðið fer væntandi at seta áskoðaramet

Tað væntast útselt á Narodowy leikvøllinum í Warszawa, har pláss er fyri 58.000 áskoðarum

Higartil í føroysku landsliðssøguni er størsta áskoðarafjøldin, ið hevur sæð føroyska fótbóltslandsliðið spælt ein dyst: 50.069 áskoðarar.

 

Hetta var til EM-undankappingardystin á Hampden leikvølkinum í Glasgow millum Skotland og Føroyar 2. september í 2006. Føroyar taptu dystin 0-6.

 

Pólska fótbóltssambandið boðar frá, at higartil eru yvir 46.000 atgongumerki seld til EM-undankappingardystin á Narodowy leikvøllinum í Warszawa millum Póland og Føroyar.

 

Hjá pólska fótbóltssambandinum vænta tey, at tað verður útselt. Tá vera 58.000 áskoðarar til dystin, og tað er met fyri ein dyst hjá føroyska landsliðnum.

 

Til dystin millum Póland og Albania á sama vølli í mars í ár vóru 56.227 áskoðarar.