Landsliðið er sett: Sølvi í nýggjum leikluti

Nú er greitt, hvøjir teir fyrstu ellivu vera, sum byrja á vøllinum í venjingardystinum móti Gibraltar. Hetta er aðru ferð, at Gibraltar og Føroyar spæla altjóða A-landsdyst

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Håkan Ericson, landsliðsvenjari hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í venjingardystinum móti Gibraltar, sum verður á Victoria Stadion í Gibraltar í dag klokkan 17:00, føroyska tíð.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Hørður Askham og Rene Shaki Joensen. Á sentrala miðvøllinum vera Vatnhamar-brøðurnir, Sølvi og Gunnar. Sølvi Vatnhamar hevur fyri tað mesta spælt á vonginum, men er nú í einum tvey-mans miðvølli.

 

Í hvør sínum borði vera Meinhard Egilsson Olsen og Gilli Rólantsson Sørensen. Fremstir á føroyska liðnum frá byrjan vera Hallur Hansson og Klæmint Andrasson Olsen, sum kann blíva søguligur toppskjútti á føroyska landsliðnum, um hann skorar í dag.

 

Á bonkinum byrja Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhague, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Sonni Ragnar Nattestad, Jóannes Bjartalíð, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen, Adrian Justinussen og Jákup Biskopstø Andreasen.

 

A-landsliðið við monnum hevur einaferð áður spælt altjóða A-landsdyst móti Gibraltar. Tað var 1. mars í 2014, og tá gjørdist úrslitið 4-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Christian Lamhauge Holst, ið skoraði tvey, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.

 

Sigurin ta ferðina kundi saktans verið væl størri, um okkara vóru eitt sindur neyvari og hepnari. Millum annað sendi Fróði Benjaminsen brotsspark omanfyri málið stutt fyri hálvleik.

 

A-landsliðið er í løtuni á venjingarlegu í Marbella í Spania, og umframt at spæla móti Gibraltar, skal føroyska liðið eisini royna seg móti Liktinstein. Tann dysturin verður á Pinatar Arena í Murcia týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð.

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)