Landslið uttan Williams

Tað hevur vakt øði, at Serena og Venus Williams ikki hava hug at spæla á amerikanska landsliðnum í Federations Cup í Tennis. Tað hava tær ikki gjørt síðani 2007, og nú finnast Melanie Oudin og Liezel Huber at hesum. – At spæla fyri mítt land er tað, sum eg vil. Eg skilji ikki, hví onnur velja øðrvísi, sigur Oudin, sum er nummar 49 á alheims styrkilistanum.