Enn er A-landsliðið hjá monnum í hondbólti ikki endaliga úttikið, men hópurin er minkaður nakað. Ingi Olsen úr Neistanum og Bárður Johannesen úr Kyndli verða ikki við tann fyrsta dystin ímóti Russlandi. Harafturat skulu fýra spælarar sáldast frá. Landsdysturi móti Russlandi verður spældur hóskvøldið klokkan 19.30, og verður endaliga úttøkan gjørd á dystardegnum.
Tíðindi