Landsliðsvikan sendir útisetar á bonkin

Fleiri av útisetinum hjá okkum sótu á bonkinum, tá feløg teirr um vikuskiftið spældi í heimligu kappingini.

Christian Lamhauge Holst sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, tá Silkeborg fríggjakvøldið tapti 3-0 fyri meistarunum úr FC Nordsjælland. Í 70 minuttir spældi Silkeborg fult upp við FC Nordsjælland, men við trimum málum upp á tíggju minuttir var alt tað arbeiði gjørt til einkis, tá samanumkom.
Eisini René Joensen sat á bokinum allan dystin, tá Brøndby tapti 1-0 fyri FCK í Parkini. FCK liggur fremst, meðan Brøndby liggur aftast. Ti var tað ikki so óvæntað, at FCK fór við sigrinum, men talan gjørdist um ein smalan 1-0 sigur og donsku fjølmiðlarnir rósa brøndby fyri avrikið.
Hallur Hansson, sum um vikuskiftið varð kosin til ársins miðvallari í Effo-deildini, var í hópinum hjá AaB, sum vann 2-1 á Sønderjyske. Onkir av profilinum hjá AaB vóru ivasamir til dystin, men tá tað gjørdist greitt, at teir vóru klárir, so var ikki pláss fyri Halli á dómaraseðlinum.
Jóan Símun Edmundsson slapp heldur ikki upp í part, tá 1.deildarfelagið hjá honum, FC Fredericia spældi 2-2 móti HB Køge. FC Fredericia var aftanfyri 2-0, men stríddi seg upp á 2-2.

Ongin Odmar

Heldur ikki í Skotlandi var nakar føroyskur landsliðsleikari at síggja á vøllinum. Verjukempan fór út við skaða í landsdystinum móti Írlandi og er helst ikki blivin klárur enn fyri Forfar Athletic, sum spælir í triðjbestu deildini.
Forfar tapti heili 3-0 fyri East Fife. Longu aftaná sjey minuttir fekk Forfar eitt reytt kort, men Forfar megnaði at halda spenningin líka tile in minutt fyri tíð, tá East Fife kom á odda 2-0. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdist tað so til 3-0.