Landsliðsvenjing: Teir somu byrja inni

Føroyska landsliðið vandi í dag á Tórsvølli og eftir venjingini at døma, so vera tað teir somu ellivu, ið byrjaðu inni móti Týsklandi, sum byrja inni í annaðkvøld.

 

Christian Lamhauge Holst vandi við, men tóktist ikki verða heilt klárur. Mangan eru seinastu prikkarnir komnir upp á pláss í dystinum í seinastu venjingi.

 

Skal ein meting gerast frá dystinum í venjingini í dag, so verður uppstillingin tann sama sum ímóti Týsklandi í farna mánaði. Tá Lars Olsen deildi upp í 11 móti 11, so vóru teir ellivu, sum byrjaðu móti Týsklandi allir í gulum vestum. Stóra ivamálið er Christian Lamhauge Holst. Spælir hann ikki, so er hugsandi at Súni Olsen ella Hjalgrím Elttør taka yvir.

 

Teir ellivu, ið byrjaðu móti Týsklandi vóru:

 

(Málmaður)Gunnar Nielsen

 

(Verja) Jónas T. Næs – Odmar Færøe – Rógvi Baldvinsson – Pól Jóhannus Justinussen

 

(Miðvøllur) Daniel Udsen – Hallur Hansson – Fróði Benjaminsen – Símun Samuelsen

 

(Framrættaður miðvallari) Christian Lamhauge Holst

 

(Framherji) Jóan Símun Edmundsson

 

Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki verður fríggjadagin klokkan 17.00 á Tórsvølli.