Fyri annað ár á rað eydnaðist tað akkurát ikki Argentina at vinna Copa América. Í báðum førum hevur Argentina tapt finaluna ímóti Kili, og hetta síðsta finalutapið hevur sviðið so illa hjá størstu stjørnuni hjá Argentina, bóltsnillingurin Lionel Messi, at hann valdi at steðga á landsliðnum. Í 2014 tapti Argentina somuleiðis eina finalu, tá ið sjálv HM-finalan varð tapt ímóti Týsklandi. Sostatt hava Argentina og Lionel Messi tapt tríggjar finalur seinastu trý árini.
Nýggi landsliðsvenjarin hjá Argentina, Edgardo Bauza, vónar tó, at Messi heldur fram á landsliðnum.
- Viðvíkjandi Messi eri eg vónríkur. Vónandi fái eg eitt prát við hann og fái sannført hann um, at hann skal halda fram á landsliðnum. Hvar hann spælir á vøllinum hevur minni at siga, sigur Edgardo Bauza sambært Fox Sports.
- Eg havi ikki verið í sambandi við Messi ella familju hansara. Ætlanin er at tosa við hann. Eg ætli ikki at yvirtala hann at koma at umboða landsliðið, bara at tosa um fótbólt sigur nýggi landsliðsvenjarin hjá Argentina.
Higartil hevur Lionel Messi umboðað Argentina 113 ferðir og skorað 55 landsliðsmál.










