Landsliðsvenjarin verður settur í januar

FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, segði týskvøldið, at nýggjur landsliðsvenjari í fótbólti helst er settur, áðrenn januar mánaður er runnin

Fótbóltur

 

Tað gjørdi Høgni í Stórustovu í sendingini, Stjørnukast, har fleiri gestir úr ítróttarheiminum vitjaðu við borðið hjá kringvarpsvertunum.

Í samrøðu við Sosialin hevur Høgni í Stórustovu áður sagt, at nevndin hevur arbeitt við at tekna sær eina vangamynd av nýggja landsliðsvenjaranum. Og hetta arbeiðið er eftir øllum at døma liðugt.

Boðini frá FSF-forsetanum týskvøldið vóru, at ein nýggjur landsliðsvenjari eisini kemur at hava ábyrgdina av samlaða landsliðskonseptinum, soleiðis at hesin eisini kann vera við til at tryggja framtíðina hjá føroyska landsliðnum.

Magnus á Stongum, sum er formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, váttar eisini útsagnirnar hjá forsetanum.

- Tað er fyrst og fremst forsetin, sum úttalar seg um hatta málið. Men tað er nú um koma hartil, at nýggjur venjari skal setast. Okkara mál hevur alla tíðina, at vit høvdu setanina greidda hampuliga tíðliga í nýggja árinum, og tað er líkt til, at hetta kann halda, sigur Magnus á Stongum.

Formaðurin í landsliðsnevndini vil als ikki gera nakrar viðmerkingar til, hvørjum møguleikum arbeitt verður við. Men tað er helst ikki heilt óhugsandi, at ítøkiligar samráðingar í løtuni fara fram við ein ella fleiri kandidatar.