Tað ber sjálvsagt til at fáa manshondbóltin í Klaksvík á føtur aftur. Tað er grundarlagi fyri, at føroyski landsliðsvenjarin skal hava evstu ábyrgdina av besta mansliðnum hjá Team Klaksvík næsta kappingarár.
Norðlýsið skrivar í dag, at Claus Rasmussen skal venja klaksvíkingar í 2011/2012. Hann er framman undan landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Tað verður neyðugt at styrkja hópin nakað, men vit halda fast um grundstammuna av ungum leikarum, sum longu er í Klaksvík, sigur hann við nordlysid.fo.
Fríðin Ziskason, formaður, sigur við Norðlýsið, at fleiri spælarar verða knýttir at hópinum.
- Í fyrstu atløgu styrkja vit hópin við nøkrum føroyskum leikarum, men vit umhugsa eisini útlendingar. Tað er ikki nøktandi at liggja í botninum av deildini, men vit hava lært eina rúgvu í ár, sigur hann.
Claus Rasmussen hevur fyrr verið venjari hjá StÍF og Neistanum.