42 ára gamli Gary Speed, sum er venjari hjá walisiska fótbóltslandsliðnum, var í morgun funnin deyður í heimi sínum í Chester.
Gary Speed var kendur fótbóltsspælari, sum millum annað var við til at vinna enska meistaraheitið við Leeds í 1992. Hann umboðaði eisini feløgini Everton, Newcastle, Bolton og Sheffield United.
Gary Speed spældi 85 landsdystir fyri Wales og var í nógv ár liðformaður á landsliðnum. Hann var kendur sum áhaldandi fótbóltsspælari og leiðari á vøllinum.
Síðani desember í fjør hevur Gary Speed verið landsliðsvenjari í Wales, og tað hevur gingið væl hjá honum og liðnum seinastu tíðina.
Í morgun var løgreglan boðsend til heimið hjá Gary Speed í Huntington í Chester, og har varð staðfest, at hann varð deyður. Bretskir miðlar vita at siga frá løgregluni, at Gary Speed hevur gjørt av við seg sjálvan.
Gary Speed var giftur Louise, og tey eiga tveir synir.











