Í vikuni stóð greitt, at Boban Ilic ikki heldur fram sum venjari hjá flogbóltsmonnunum hjá ÍF. Hann fer nevnliga at venja Mjølnir, men tað merkir undir ongum umstøðum, at ÍF stendur uttan venjara. Tað er nevnliga greitt, at Suni Hansen, sum annars hevur verið hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, verður nýggjur venjari hjá fuglfirðingunum.