Hetta sigur fyrrverandi landsliðs- og H71-venjarin, Henrik Gerster. Hann er nú blivin venjari hjá besta kvinnuliði hjá Stjørnuni, og hetta gleðir hann seg nógv til.
- Mær dámar sera væl at fáast við hondbólt, uttan mun til um tað er hjá kvinnum ella monnum. Eg haldi eisini, at Stjørnan er júst rætta liðið fyri meg, tí tær eru ikki bangnar fyri hørðum arbeiði. Hetta seti eg stóran prís uppá, tí tað hevur stóran týdning, at eitt lið arbeiðir hart.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skulu endurvinna meistaraheitið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Stjørnan hevur síðstu árini myndað oddin í bestu kvinnudeildini. Síðsta ár vunnu tær meistaraheitið og taptu steypafinaluna, og tað er eingin loyna, at Henrik Gerster ætlar at endurvinna meistaraheitið-
- Ja, málið er sjálvandi at endurvinna meistaraheitið. Liðið hjá okkum er somikið gott, at vit eiga at teljast millum favorittarnar. Um verjan riggar, og vit fáa eitt skjótari álop, so ivist eg ikki í, at vit fara at røkka málinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fullar í rutinu
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ein av størstu styrkjunum hjá Stjørnuni er, at tær allar hava spælt saman í nógv ár, og tískil eru tær fullar í rutinu. Hetta er Henrik Gerster samdur í, og hann sær tað sum ein fyrimun, at spælararnir hava spælt saman so leingi.
- Tað er ein stórur fyrimunur hjá okkum, at vit hava so nógvar royndir á liðnum. Har eru nógvir spælarar, sum eru klárir at taka ábyrgd, tá á stendur. Fleiri av hinum liðunum hava eisini mist nógvar royndar leikarar, og tá kunnu royndirnar koma okkara leikarum til góðar. Harafturat hava leikararnir hjá Stjørnuni spælt saman leingi, og tað fer eisini at vera ein fyrimunur hjá okkum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Harðari kapping í ár
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
At enda segði Henrik Gerster, at hetta fer at vera eitt torført kappingarár hjá øllum liðunum.
- Vit mugu nokk taka til takkar við at vera mett sum favorittar at vinna meistaraheitið. Eg haldi tó, at hetta ikki gerst nøkur løtt uppgávu. Eg haldi liðini í oddinum vera sera jøvn. Neistin byggir nakað nýtt upp við nógvum ungum leikarum. Kyndil hevur fingið onkran leikara afturat, so tær vera ringar at hava við at gera í ár. So er tað VB. Tað ljóðar, at tær hava fingið ein nýggjan útlendskan leikara afturat Daivu, og so vera tær ringar at steðga.










