Landsliðsvenjararnir vænta eina javna mansfinalu

Landsliðsvenjararnir, Birgir Hansen, sum venur manslandsliðið, og Claus Rasmussen, sum venur kvinnulandsliðið eru samdir um, at Neistin er stórur favorittur til at vinna steypafinaluna hjá kvinnum.

 

Claus Rasmussen metir, at møguleikarnir eru 70-30 til Neistan, og Birgir Hansen metir, at tað skal nógv ganga í hakk hjá VB, og nógv ganga galið hjá Neistanum, um VB skal vinna.

 

Báðir eru samdir um, at mansfinalan er ógvuliga opin. Birgir Hansen hevur KÍF, sum ein pinkalítlan favoritt, meðan Claus Rasmussen hevur StÍF, sum ein pinkalítlan favoritt.

 

Seinnapartin prátaði Rás2 við báðar landsliðsvenjararnar. Tað ber til at hoyra prátið við Birgir Hansen og Claus Rasmussen undir greinini.