Fyrrverandi føroysku landsliðsvenjararnir í hondbólti, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava skift tilveruna sum landsliðsvenjarar út við eina tilveru sum venjarar hjá H71 í Atlantic Airways deildini. Kári og Birgir hava fyrr staðið á odda fyri Kyndli við sera góðum úrslitum, og tí verður spennandi at síggja, hvussu góð úrslitini vera við unga H71-liðnum. Í fjør gekst ikki so væl hjá H71, sum endaði aftast í bestu mansdeildini, men unga liðið hevur tó í fleiri umførum víst, at teir kunnu gera seg galdandi, og tí verður uppgávan hjá Kára og Birgir bæði stór og spennandi.









